Innanlands

Tveir túrar hjá Smyril í morgin avlýstir

Talan er um túrin úr Tórshavn kl. 08:45 og tann av Krambatanga kl. 11:30. Orsøkin er, at mob bátarnir skulu til sýn

Smyril siglir klokkan 06.00 av Krambatanga - næsti túrur verður klokkan 16.00 (Mynd: Sverri Egholm)

Smyril siglir klokkan 06.00 av Krambatanga - næsti túrur verður klokkan 16.00 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-01 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandfaraskip Landsins boðar á heimasíðu sínari frá, at Smyril ikki siglir túr fyrrapartin í morgin. 

- Veg
na sýn og load av mob bátunum umborð á Smyrli, siglir Smyril ikki túrin úr Tórshavn klokkan 08.45 og av Krambatanga klokkan 11.00 í morgin mikudagin.

Smyril siglir sum vanligt av Krambatanga klokkan 06 í morginárini. Næsti túrurin er so av Havnini klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder