2023-09-13 14:29
Seinastu dagarnar hevur MRCC fingið tvær fráboðanir um útróðrarbátar, sum høvdu tørv á sleipi til lands.
Mánadag seinnapart fekk ein bátur maskinbrek út fyri Gøtuvík. Skiparin boðaði MRCC frá, og varð Ziska sendur at hjálpa. Ziska sleipaði bátin á Klaksvík.
Náttina til týsdagin boðaði ein annar bátur frá, at hann hevði tørv á hjálp. Báturin var staddur eystanfyri Skeivabanka, og sleipaði Brimil hann á Havnina.
Sambært Vørn tóku sleipini ávikavist tveir og 12 tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald