Innanlands

Tvey ár og níggju mánaðir fyri milliónasvik

46 ára gamal maður dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-06 20:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 46 ára gamal maður var í Føroya rætti í dag dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í tvey ár og níggju mánaðir. Hann er dømdur fyri svik og skjalafalsan fyri fimm milliónir krónur.

Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Ákæruvaldið kravdi trý ár og seks mánaðar, men av tí at maðurin varð funnin sekur í fimm av seks ákærum er dómurin tvey ár og níggju mánaðar. Tað telur eisini, at málið er gamalt.

Bjørn á Hegum, verji hjá dømda manninum, og dømdi maðurin hava 14 dagar at taka støðu til um dómurin skal kærast.

Ákæruvaldið hevur heldur ikki tikið støðu til um dómurin enn skal skjótast inn fyri hægri rætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder