Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í gjár

Tveir bilar fóru á glið í hálkuni, men eingin skaði var, sigur løgreglan

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-11-18 08:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var sum á kalvabaki, sigur løgreglan, og í hesum sambandi fingu tey eisini tvær fráboðanir um ferðsluóhapp í høvuðsstaðarøkinum.

Fyrsta fráboðanin kom úr Hoyvík klokkan 15.50. Har var ein bilur farin á glið í hálkuni, og koyrdi hann útav vegnum.

Sum skilst var eingin skaði av nøkrum slagi, men sjúkrabilur varð kortini sendur á staðið, sum vanligt er at gera í slíkum støðum.

- Tað var ov hált til, at sløkkiliðið kundi flyta bilin, so eigarin fer sjálvur at flyta hann, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at vetrardekkini á bilinum vóru í lagi.

Seinna fráboðanin kom klokkan 20.15 í gjárkvøldið úr Havn. Har var talan eisini um ein bil, sum var farin á glið, men hesuferð gleið bilurin inn í annan bil.

Heldur ikki í hesum førinum var nakar skaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder