2025-09-20 11:37

Í gjárkvøldið fekk løgreglan tvær fráboðanir um ferðsluóhapp.
Tað fyrra hendi á Vatnsoyrum stutt fyri klokkan 20. Talan var um tveir mans, sum rendu á ein lyktapela við einum ATV.
Báðir vórðu koyrdir á sjúkrahúsið, og førarin hevur møguliga brotið beinið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Nakað eftir klokkan 23 varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Hoyvík, har ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum bili, sum hevði bremsað.
Talan var ikki um eitt álvarsligt ferðsluóhapp, og har var eingin skaði, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald