Innanlands

Tvey fólk lógu nátt hjá løgregluni

Ein ung kvinna og ungur maður máttu á løgreglustøðina at sova rúsin av sær

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-17 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur í nátt havt tvey ungfólk á støðini. Tey vóru bæði avdottin og vórðu tikin á løgreglustøðina at sova rúsin av sær.

Tað var í nátt at ringt var til løgregluna um at ein fullur maður lá avdottin á vegnum við Finsen í Havn. Helst er tað bara hepni, at hann ikki er yvirkoyrdur, men hann var fingin upp í løgreglubil og fingin á løgregluna støðina at sova.

Í hinum føri var tað ein kvinna, sum var avdottin, og fólk rundan um fingu hana ikki á føtur aftur. Tí varð boð sent eftir løgregluni at koma til hjálpar.

Tá tað heldur ikki eydnaðist løgregluni at fáa hana á føtur aftur, varð hon eisini tikin við á støðina.

Uppihaldið á løgreglustøðini er ikki ókeypis. Fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar fáa tey bæði bót upp á 1500 krónur hvør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder