2024-10-13 10:43
Nú tað er vorðið kaldari í veðrinum er tað eisini vorðið hált á vegunum, og løgreglan hevur heitt á bilførarar um gera bilin kláran til veturin.
Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um tveir bilar, sum vóru farnir á glið í hálkuni - ein í Vestmanna, og ein millum Fjarða.
Talan var um lítil óhapp, og skaðin var ikki stórur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at bilarnir annars vóru væl skøddir.
Í morgun hevur Landsverk aftur boðað frá, at roknast kann við hálku. Hált er kring landið, og úr Tórshavnar kommunu verður m.a. boðað frá, at tað er sera hált inni í Havnini, og fara fólk út at salta vegirnar, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald