2025-09-28 09:32

Í nátt hevur løgreglan skrásett tvey harðskapsmál í høvuðsstaðnum.
Fyrra fráboðanin um harðskap kom klokkan hálvgum fýra, har ein boðaði frá, at hann var sligin í høvdið.
Løgreglan veit, hvør hevur framt harðskapin og hevur verið í sambandi við viðkomandi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Seinna fráboðanin kom klokkan fimm. Her var eisini talan um onkran, sum var sligin, og eisini í hesum førinum veit løgreglan, hvør hevur framt harðskapin.
Vaktleiðarin leggur afturat, at eingin fekk stóran skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald