Hóast Javnaðarflokkurin ikki er liðugur við uppstillingina til býráðsvalið í Havn, so eru tað longu nú tvey nýggj valevni, sum hava boðað frá, at tey stilla upp.
Talan er um Biritu Baldvinsdóttir Iversen og Bjarna Beder.
Birita Baldvinsdóttir Iversen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir á Tjarnargarði.
Hon hevur sett sær fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum eldru í kommununi, hjá børnunum á stovnunum og viðurskiftini hjá ítróttafeløgunum í kommununi.
Bjarni Beder er ættaður úr Fuglafirði og hevur búð í Havn í 20 ár. Hann er útbúgvin námsfrøðingur og starvast sum leiðari fyri frítíðarskúlanum og Klubb 188 í Hoyvík.
Sum mál hevur hann eitt nú fleiri betringar á námsfrøðiliga økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald