Tvey nýggj skip í FAS

Talan er um føroyska Thor Modi og nýbygda svenska farmaskipið Tidan

Thor Modi er nú komin undir føroyskt flagg (Mynd: thor.fo)

Thor Modi er nú komin undir føroyskt flagg (Mynd: thor.fo)

2025-07-30 13:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað legst aftur at føroysku altjóða skipaskrásetingini. Sjóvinnustýrið boðar í dag frá, at tvey nýggj skip eru skrásett, svenska Tidan og føroyska Thor Modi.

Tidan er spildurnýtt farmaskip hjá svensku shippingfyritøkuni, Erik Thun. Skipið er bygt í 2025 á Ferus Smit-skipasmiðjuni í Niðurlondum. Tidan verður drivið við bæði battaríi og vanligum brennievni.

Thor Modi er offhore supply-skip hjá føroyska skipafelagnum, Thor, sum er bygt í 2015. Skipið hevur verið undir Bahamas-flaggi, men er nú skrásett í FAS. 

Herundir sæst ein filmur av tá svenska farmaskipið Tidan fór av bakkastokki á Ferus Smith skipasmiðjuni 9. mai í ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder