Innanlands

Tvey nýggj taraloyvi útskrivað

Talan er um eitt í Kaldbaksfirði og eitt í Fámjin. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eisini endurnýggjað aliloyvi hjá P/F Bakkafrost til laks og síl á alifjørðinum Hvannasund suður

2020-07-17 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar frá, at í gjár vóru trý aliloyvi útskrivað: Tvey nýggj taraloyvi og eitt aliloyvi til laks og síl sum var endurnýggjað.

Fámjin og Kaldbaksfjørður vóru tveir av teimum alifirðunum, ið vóru bodnir út til taraaling í fjør. 

SP/F TARI Seaweed søkti til virksemi í Fámjin og hevur fingið loyvið, ið fevnir um lívtaravirksemi av fimm ymiskum tarasløgum, og sum er galdandi til 1. juli 2032. 

Á Kaldbaksfirði vóru tveir umsøkjarar til tríggjar umsóknir um taraloyvi. Heilsufrøðiliga starvstovan metir, at neyðugt er við varligari framferð, nú talaalarar fara at hava virksemi  á somu firðum sum laksaaling, og tí fekk bert ein taraalara loyvi í fyrstu atløgu. Eisini í hesum førinum er tað fyritøkan SP/F TARI Seaweed, sum hevur fingið aliloyvi til tara á sjónum, og loyvið fevnir um fimm ymisk tarasløg og er galdandi til 1. juli 2032.

P/F Bakkafrost hevur aliloyvi til Laks og síl á alifjørðinum Hvannasund suður, og í gjár var hetta loyvi endurnýggjað. Til aliloyvið hoyra aliøkini A-11 og A-21. Ongar broytingar eru gjørdar í loyvinum síðani 2006. Loyvið er galdandi til 30. juni 2031.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder