Tvey ferðsluóhapp hendu í kvøld, og tvey fólk eru flutt á landssjúkrahúsið. Óvist er í løtuni hvussu álvarslig støðan er hjá teimum, sum komu til skaða.
Tað var umleið klokkan 19.45 at ein bilur rendi inn í veggin í Vágatunnlinum. Talan var um eitt solo-óhapp. Bilurin fekk stóran skaða og er vrak.
Einsamalli bilførarin varð fluttur á landssjúkrahúsið. Óvist er hvussu álvarsliga førarin er komin til skaða, men vaktleiðarin á løgreglustøðini kann siga so mikið, at viðkomandi var við vit, tá hann varð fluttur í sjúkrabilin.
Nærum samstundis hendi eitt annað solo-óhapp ikki so lengt frá hesum staðnum.
Tað var í Kollafjarðardali einastaðni millum rundkoyringina og bensinstøðina har ein politimotorsúkkla koppaði – helst eftir at hava koyrt á ein seyð.
Førarin av motorsúkkluni er “illa farin”, sum vaktleiðarin tekur til, men kann enn ikki siga nakað um hvussu álvarsligir skaðarnir eru.
Tað var ikki nakað beinleiðis samband millum óhappini, motorsúkklan var ikki á veg til óhapsstaðið í Vágatunnlinum, men til eina aðra uppgavu, men politimotorsúkklan var stutt frammanundan yvirhálað av einum politibili, sum koyrdi við útrykningi til óhapsstaðið í Vágatunnlinum.
Kann vera hált í Vágatunnlinum
Vaktleiðarin á løgreglustøðini heitir á bilførarar um at vísa ansni í Vágatunnlinum, tí nakað av olju kom út á vegabreytina í sambandi við fyrra óhappið.
Tí kann vegbreytin vara hál okkurt um 500 metrar inni í tunnlinum Streymoyarmegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald