2020-09-14 10:35
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
412 av teimum 423 persónunum, ið hava fingið staðfest koronasmittu í Føroyum, eru nú staðfest frísk, vísa nýggjastu tølini frá myndugleikunum.
Sostatt eru 11 fólk smittað í løtuni – tvey færri enn í gjár. Eisini er viðkomandi, sum var innlagdur við korona á Landssjúkrahúsinum, vorðin útskrivaður.
Síðan í gjár eru 43 afturat sett í sóttarhald, og eru nú tilsamans 57 fólk í sóttarhaldi. Helst er hetta orsakað av teimum fimm nýggju tilburðunum, sum vórðu staðfestir fyrradagin.
109.223 koronakanningar eru nú gjørdar í Føroyum.
Síðan 1. september eru 12 nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald