Mentan

Tvey tiltøk á netinum av Seglloftinum í kvøld

Beinleiðis páskahugni við klippi og søgum. Seinni verður blues á skránni

2020-04-08 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvey forkunnug tiltøk fara av bakkastokki á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld.

Longu nú frá klokkan 18:30 fer Heidi Bech, saman við ommubørnum, at vísa fram hugskot til eina fitta páskaheilsan, ið børn kunnu gera, til onkran tey eru góð við. Eftir tað fer Álvur Enni, ið hevur serstakar gávur sum søguforteljari, at siga eina søgu. 

Tey, ið hava hug til at luttaka aktivt í hugnaliga barnatiltakinum, kunnu leita sær fram hesir lutir: Kartong í ymiskum litum, ella bara hvítt. Límstift. Saks og silkiband ella garn.

Frá klokkan 20 verða tað fantastiska Blúsorkestrið og Uni Debess, ið fara at undirhalda við teirra frálíka, lívsjáttandi blúsónleiki.

Tiltakið, ið Tvøroyrar kommuna skipar fyri, verður sent beinleiðis av Seglloftinum á Tvøroyri.

Upptøkutólini verða tendrað ávikavist klokkan 18.15 og 19.45, so fólk fáa høvi til at seta seg til rættis og finna tiltøkini. Sent verður á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu  á Youtube.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder