Innanlands

Tvílæraraskipanin mennir fólkaskúlan bæði fakliga og sosialt

Smærri flokkar og fleiri lærarar geva heilt aðrar møguleikar í undirvísingini, siga flokslærarar í fyrsta flokki í Eysturskúlanum í Havn

Barba Persson og Miriam Nolsøe Johannesen (Mynd: Skúlablaðið)

Barba Persson og Miriam Nolsøe Johannesen (Mynd: Skúlablaðið)

2025-01-06 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvílæraraskipanin er leiðin at fara fyri fólkaskúlar, tí smærri flokkar og fleiri lærarar geva heilt aðrar møguleikar í undirvísingini. Her eru fleiri fyrimunir fyri næmingarnar, og vit kunnu samstundis bara viðurkenna, at vit í samstarvinum heilt einfalt gerast betri lærarar, siga Miriam Nolsøe Johannesen og Barba Persson, flokslærarar í fyrsta flokki í Eysturskúlanum í Havn í samrøðu við Skúlablaðið.

Í Eysturskúlanum eru tveir fyrstu flokkar, sum arbeiða hvør sær, og tey hava skipað seg soleiðis, at tað altíð eru tveir lærarar inni í tímunum.

Endamálið við eini tvílæraraskipan er at styrkja fakligu menningina hjá næmingunum, og royndirnar, sum Miriam Nolsøe Johannesen og Barba Persson seinastu vikurnar hava gjørt sær, geva alla orsøk til at halda, at tvílæraraskipanin kann vera við til at menna fólkaskúlan bæði fakliga og sosialt.

- Í okkara føri eru vit tveir lærarar inni í floksstovuni til 16 næmingar. Tað dámar okkum sjálvsagt væl. Undanfarin ár hava vit millum annað gjørt okkum royndir við stórum flokkum við trimum lærarum til einar 30 næmingar. Men nú vildu vit royna nakað annað, sigur Miriam Nolsøe Johannesen.

– Tá ið leiðslan á skúlanum fekk játtað royndar- og menningarvirksemi til tvílæraraskipan, fóru vit beint til verka at kanna og at leggja til rættis, hvussu vit best kundu arbeiða.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder