Innanlands

Tvøroyrar kommuna: Dagførdar broytingar í ferðsluni

Kommunan lýsir eina tíðaravmarkaða ferðslubroyting fyri økið við Ítróttarhøllina, skúlan, og vøllin við Stórá, sum verður galdandi so leingi sum koronakanningarnar fara fram á parkeringsøkinum sunnan fyri Ítróttarhøllina

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2020-08-18 14:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heitt verður á fólk um ikki at parkera bilar á parkeringsøkið sunnan fyri Ítróttarhøllina, sum verður skipað til bilrøðir og parkering til koronakanningarmiðstøðina.

Starvsfólk í barnagarðinum og í skúlanum vera biðin um at "langtíðar" parkera vestast á parkerings-økinum vestan fyri skúlan. Og foreldur at børnum í barnagarðinum verða eisini biðin um at "stutttíðar" parkera á parkerings-økinum vestan fyri skúlan.

Foreldur, sum koyra síni børn í skúla, verða biðin um at avseta børnini á økinum framvið skúlanum.

Heitt verður á bilførarar um at vísa størsta varsemi í ferðsluni, nú skúlin byrjar aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder