Uttanlands

Týdningarmikið at varðveita góða sambandið millum Føroyar og Skotland

Á ferð síni í Skotlandi hitti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, Stephen Flynn, ráðharra í búskapar-, ferðslu- og ferðavinnumálum..

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, hittir umboð fyri skotsku stjórnina á ferð síni í Skotlandi. Mynd VMR

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, hittir umboð fyri skotsku stjórnina á ferð síni í Skotlandi. Mynd VMR

2026-09-19 12:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Fundurin, sum varð hildin í skotska stjórnarbygninginum, St. Andrew’s House, er hin fyrsti millum umboð fyri nýggju skotsku stjórnina og umboð fyri Føroya Landsstýri.

Umrødd vórðu viðurskifti av felags áhuga fyri londini bæði. Ráðharrin vísti stóran áhuga fyri føroyskum undirsjóvartunlum, og landsstýrismaðurin nýtti høvið at bjóða skotska starvsfelaganum til Føroya at síggja, hvussu vit við tunlum hava megnað at knýta føroyska vegakervið saman.

Landsstýrismaðurin segði seg eisini vóna, at londini bæði frameftir kunnu byggja á tað góða sambandið, sum hevur verið landanna millum í mannaminni.

Eftir fundin í St. Andrew’s House varð vitjað á høvuðsskrivstovuni hjá Bakkafrosti í Edinburgh, har skotska leiðslan tók ímóti. Greitt varð frá virksemi felagsins við skotsku oyggjarnar og Hebridurnar og teimum átøkum, sum eru gjørd síðani Bakkafrost keypti skotska virksemið, sum tey nú byrja at fáa gagn av stendur í tíðindaskrivi frá Vinnumálaráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder