Innanlands

Tykist vera stórur meiriluti fyri at banna sosialar miðlar til børn og ung undir 15 ár

Higartil hava yvir 85 prosent av yvir 1.000 persónum svara ja uppá spurning hjá Betri Tryggjing, sum er í gongd við eitt skíggjátak

- Børn og ung hava verri sjálvsvirði – tey sova illa – stríðast við 'fomo' og ’snildfon-nakkar’ – tey gerast minni empatisk – og tey fáa eyðkenni, ið minna um viðføtt ADHD verður víst á

- Børn og ung hava verri sjálvsvirði – tey sova illa – stríðast við 'fomo' og ’snildfon-nakkar’ – tey gerast minni empatisk – og tey fáa eyðkenni, ið minna um viðføtt ADHD verður víst á

2025-10-22 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Avstralia er bann sett á sosialar miðlar fyri børn og ung undir 15 ár, og í Danmark setur stjórnin sjóneykuna á hetta. Mette Frederiksen staðfesti í setanarrøðu herfyri, at greiða málið er at gera tað sama.

Orsøkin er, at árinini av nógvar slíkari nýtslu tíðliga í lívinum kunnu vera so stór, og at ymiskar vandar eru tilknýttir.

Betri Trygging vísir, útfrá fleiri kanningum á, at børn og ung hava verri sjálvsvirði – tey sova illa – stríðast við 'fomo' og ’snildfon-nakkar’ – tey gerast minni empatisk – og tey fáa eyðkenni, ið minna um viðføtt ADHD.

Hetta er í samband við skíggjaátak, SkíggjaSunn. 

Og í hesum sambandi hevur BetriTrygging sett ein einfaldan spurning á sínari Facebook-síðu:

Eiga vit at banna sosialar miðlar til børn og ung í Føroyum?

Í skrivandi stund hava 87 prosent av teimum líka yvir 1.000, sum hava svarað, sagt ja.

11 prosent siga nei.

Talan er ikki um nakra uppsetta spurnarkanning, men ein spurning beint á úti á sosialu miðlunum.

Svarini geva tó eina ábending um, hvat føroyingar halda. Til tildømis eina veljarakanning í Føroyum verða 500 fólk spurd.

Tað er longu aldursmark á ymiskum sosialum miðlun, so sum Facebook, men ofta verður hetta ikki hildið. Ymsastaðni verður hugt meira gjøll eftir, um tað skal bannast við lóg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder