Føroyski víkingarokkbólkurin Týr er klárur við nýggjari útgávu.
“Battle Ballads” kemur út 12. apríl, skrivar rokktíðarritið Blabbermouth.
Samstarvið við Føroya Symfoniorkestur og útgávuna av “A Night at the Nordic House” vakti áhugan hjá Hera Joensen, oddamanni, og hinum í Týr at blenda harðan rokk og symfoniskan tónleik saman.
Tíggju nýggir sangir – balladur – eru á útgávuni við heitinum “Battle Ballads”. Danin Lars Winther hevur útsett tann partin av tónleikinum, ið krevur symfoniorkestur, og endaliga miksingin er gjørd av Jacob Hansen, sum eitt nú hevur arbeitt saman við Volbeat.
Track-listin til nýggju útgávuna vísir, at okkurt siðbundið føroyskt eisini er við. Nummar 5 eitur “Torkils døtur” og nummar 6 “Vælkomnir Føroyingar”.
Ein sangur, “Axes”, er komin út á talgildu miðlarnar um dagarnar. Heri Joensen og bassleikarin Gunnar Thomsen eiga lagið, meðan Heri hevur skrivað tekstin saman við týsk-ungarska trummusláaranum Tadeusz Rieckmann.
Ein videofilmur er eisini gjørdur til Axes, sum sæst ovast í hesi greinini. Upptikið úti í Koltri og vísir ein drápuligan bardaga, sum stutt sagt snýr seg um, at áðurnevndi trummusláari, eisini kallaður Tad, drepur allar hinar í orkestrinum...
(Rættað 10. feb: Tadeusz Rieckmann er ikki kekki, men týskari, uppvaksin í Ungarn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald