Innanlands

Tyrla send eftir ferðamanni – datt oman í Kunoy

Datt seks metrar niður í fjørðuna norðan fyri Haraldssund

Óhappið hendi norðan fyri Haraldssund (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Óhappið hendi norðan fyri Haraldssund (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-09-07 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakað eftir klokkan 9 í gjáramorgunin vóru boð send eftir bjargingartyrluni um at koma einum útlendskum ferðamanni til hjálpar, sum var dottin oman í fjørðuna ein kilometur norðan fyri bygdina Haraldsund á Kunoynni.

Talan var um eitt ferðalag á seks fólk, sum var farið ein gongutúr norðureftir, tá tann eini maðurin var áhaldsin og datt oman í fjøruna.

Sambært Vørn var fallið seks metrar, og í fallinum breyt maðurin annað beinið, og fekk eisini skaða í annan skøvningin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini, sum eisini upplýsir, at maðurin endaði úti á sjónum í fallinum.

Ein bátur fór úr Haraldssundi at hjálpa, og avgjørt varð at senda boð eftir tyrluni fyri at taka mannin upp. Tyrlan fleyg skadda mannin til Haraldssunds, haðani hann varð koyrdur á sjúkrahús til viðgerðar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder