Mentan

Tyrlan fleyg við 250 Fish & Chips portiónum til Zarepta

Leguluttakarar á Zarepta fingu fisk og kips flúgvandi úr Klaksvík

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2019-08-18 19:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eini 10.000 fisk og kips munnu vera farnir ókeypis um diskin á Sjómannadegnum í gjár.

Longu áðrenn búðin lat upp fyri almenninginum klokkan 13 vóru 1000 portiónir koyrdar út til stovnar og virkir í Klaksvík. Serliga til teirra, sum ikki vóru før fyri at koma á Sjómannadagin, og til tey, sum hava vakt og ansa fólki á stovnum í býnum.

Men tað var ikki bara í Klaksvík, at tey fingu fisk og kips, skrivar Dávur Winther á Facebook.

Tyrlan fleyg 250 portiónir av Fish & Chips frá Hanusi Hansen og Gadus til Zarepta í Vatnsoyrum, har lega er hetta vikuskiftið.

Við á ferðini til Vatnsoyrar vóru eisini royktir makrelbitar frá Hvalnes og rabarbutertir frá Amarant.

Sí eisini: Myndir: Sjómannadagur í Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder