
Norðuritalia hevur higartil verið einasta økið í Evropa, ið hevur verið appelsinlitt í amband við coronavirusi - tað vil siga, at um fólk hava verið í hesum økinum, verða tey staðiliga viðmæld til at fara í sóttarhald í tvær vikur, tá tey koma heim.
Les eisini: Danska stjórnin setir strangari corona tiltøk í verk
Støðan viðvíkjandi virusinum broytist allatíðina, og nú er greitt, at Tyrol er komið á listan. Landsluturin í Eysturreikin hevur landamark til Norðuritalia.
Shahin Gaini sigur við Kringvarpið, at sum hann hevur skilt á landslæknanum, eru føroyingar í økinum og summir eru møguliga á veg heim.
Hoyr samrøðuna her
Tað er framvegis galdandi, at tað er eitt sjálvboðið sóttarhald, men Shahin Gaini viðmælir kraftiga til, at fólk virða hetta tilmæli. Fólk ið arbeiða í heilsuverkinum, og sum hava verið í Norðuritalia ella Týrol, skulu í sóttarhald í 14 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald