Týsdagin 15. oktober er altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða, og henda dag fer Berin at markera.
– Tá ið vit missa eitt pinkubarn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.
– Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið. Saman við foreldrum og avvarðandi kring allan heimin minnast vit børnini Altjóðadagin, skrivar Felagið Pinkubarnadeyði, sum virkar undir Beranum.
Opið hús verður í Beranum, Niels Finsensgøtu 32 týsdagin klokkan 18.30.
Høvið verður at skriva ella tekna eina heilsan á vøkru ljósposarnar. Ljósini verða tendrað frá klokkan 18.45, so øll ljósini eru tendraði klokkan 19.
Ása Helena Brynjarsdóttir syngur, og eisini verður kaffi, te og køkur at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald