Eitt óhugnaligt rættarmál í Týsklandi fekk sín enda í gjár, tá ein mamma og maður hennara vóru dømd fongsulsrevsing fyri at hava selt sonin hjá mammuni til prostitutión.
Berrin Taha og maður hennara Christian Lais seldu sonin hjá Berrin á myrka alnetinum, har fólk sleja og keypa ymiskt í eini roynd at goyma seg frá almenninginum.
Sonurin er í dag 10 ára gamal.
48 ára gamla mamman og maður hennara vóru dømd ávikavist 12,5 og 12 ára fongsulsrevsing við dómstóli í týska býnum Freiburg, skrivar TV2.
Rætturin dømdi parið fyri at hava útsett dreingin fyri kynsligt misbrúk og fyri fleiri ferðir at hava selt hana á myrka alnetinum í tíðarskeiðinum mai 2015 til august 2017. Parið varð eisini dømt fyri neyðtøku, kynsliga misnýtslu av børnum, tvungnari prostitutión og deiling av barnaporno.
Umframt fongsulsrevsingina skal parið gjalda yvir 300.000 kr. í bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald