Uttanlands

Ukraina boðar frá vápnahvíld við Russland

Síðani 2014 hava meira enn 13.000 fólk latið lív í stríðnum í eystara parti av Ukraina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-23 13:02 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ukraina og Russland, sum hava stríðst í eystara parti av Ukraina, eru samd um vápnahvíld frá næstu viku av. Tað skrivar ukrainska forseta-skrivstovan á heimasíðu sínari.

-Ein vápnahvíld er ein fyritreyt fyri, at kunna seta Minsk-avtaluna í verk og letur upp fyri, at seta fleir skyldur í samband við avtaluna í verk, verður boðað frá.  

Saman við franska forsetanum Emmanuel Macron og týska samveldiskanslaranum Angela Merkel, samráddust Ukraina og Russland um Minsk-avtaluni í 2015. Avtalan skuldi tryggja vápnahvíld millum pro-russisku herdeildirnar og ukrainsku herdeildirnar.   

Royndirnar um fáa frið í økinum eru tó miseydnaðar fleiri ferðir. Í februar mánað var ein ukrainskur hermaður dripin og fimm aðrir særdir tá pro-russiskar herdeildir tóku seg inn í nøkur av økinum, ið ukrainski herurin hevur tamarhald á.

Russland hertók Krim hálvoynna í 2014, men yvirtøkan er ikki formliga viðurkend av londunum í vesturheiminum, samstundis sum bæði ES og USA hava fordømt russisku gerðirnar, og harafturat sett fleiri revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Í 2016 staðfesti altjóða revsi dómstólurin at kríggið í eystara parti av Ukraina er eitt “vápnað stríð millum Ukraina og Russland”, men úr Moskva sýtir man formliga framvegis fyri allari uppíblanding í krígnum.

Samanlagt hava meira enn 13.000 fólk latið lív í stríðnum, sum ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj fór til val uppá at enda.

Í desember mánað í fjør hittust Russland og Ukraina í Paris fyri fyrstu ferð í trý ár, fyri at finna eina loysn uppá stríði.

Russland hevur enn ikki viðmerkt fráboðanina hjá Ukraina um vápnahvíld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder