Uttanlands

Ukraina: Borgarstjórin í Kherson handtikin

Ukrainski havnabýurin, sum síðan mars hevur verið á russiskum hondum, brúkar nú russiska gjaldoyrað, og ætlanin er eisini at skipa fyri fólkaatkvøðu um at gera økið russiskt

Russiskur hermaður á varðhaldi í Kherson (Mynd: EPA)

Russiskur hermaður á varðhaldi í Kherson (Mynd: EPA)

2022-06-29 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð borgarstjórin í ukrainska havnabýnum Kherson handtikin av prorussiskum hermonnum.

Tað boða fleiri ukrainskir og russiskir miðlar frá, sambært Ritzau.

Borgarstjórin, Ihor Kolykhajev verður av Kirill Stremousov, næstformanni í býarstýrinum í Kherson, sum er stuðlað Russlandi, róptur ein tjóðskaparmaður, sum hevur skatt russisku "avnasifiseringartilgongdina".

Ukraina og Russland hava bæði ræði á hvør sínum parti av Kherson-økinum, men sjálvt býurin Kherson hevur síðan mars verið á russiskum hondum.

Áðrenn russisku innrásina 24. februar, hevði býurin um 300.000 íbúgvar. Ukrainskir myndugleikar meta tó, at 45 prosent av íbúgvunum eru rýmd úr býnum síðan tá.

Borgarar í Kherson kunnu nú fáa russiskt pass, og alnetið í býnum er nú eisini russiskt, umframt at rubilin er vorðið almenna gjaldoyrað í býnum. Í løtuni er eisini ætlanin at skipa fyri fólkaatkvøðu um at gera Kherson-økið russiskt.

Síðst í apríl valdi russiski herurin eisini nýtt býarstýri í Kherson, og varð borgarstjórin tá eisini skiftur út. Fólkavaldi borgarstjórin segði tó, at hann ætlaði sær at verða verandi í býnum og halda fram at tæna teimum, sum høvdu valt hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder