Uttanlands

Ukraina og Russland hava umrøtt landaøki - enn er einki komið burturúr

Umboð fyri Russland og Ukraina fundast í Abu Dhabi í hesum døgum

Tað er framvegis ov tíðliga at koma til nakra niðurstøðu. Vit mugu síggja, hvussu samrøðan verður leygardagin, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Tað er framvegis ov tíðliga at koma til nakra niðurstøðu. Vit mugu síggja, hvussu samrøðan verður leygardagin, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2026-01-24 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umboð fyri Ukraina og Russland hittust í gjár í Abu Dhabi fyri at umrøða spurningin um landaøki, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr.

Umboð fyri USA hava eisini meklað í samráðingunum, sum eftir ætlan enda í dag.

– Tað er avgerandi, at Russland skal vera til reiðar at enda hetta kríggið, sum tað sjálvt hevur byrjað. Støðan hjá Ukraina er greið. Eg havi greitt sendinevnd okkara frá kørmunum fyri samskifti, skrivaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á sosiala miðilin X fríggjakvøldið.

– Viðvíkjandi innihaldinum av samráðingunum í dag, er tað framvegis ov tíðliga at koma til nakra niðurstøðu. Vit mugu síggja, hvussu samrøðan verður í morgin, og hvørji úrslitini verða.

Zelenskyj segði fyrr á degnum, at ein avtala um amerikanska verjutrygd fyri Ukraina er klár, og at hann bert bíðar eftir, at Trump ásetur eitt tíðspunkt, har avtalan kann undirskrivast.

Verjutrygd er nakað, Ukraina hevur ynskt sum partur av einari friðaravtalu fyri at forða enn einari russiskari innrás.

Rustem Umerov úr ukrainsku sendinevndini sigur, sambært Ritzau, at samráðingarnar snúgva seg um karmarnar fyri at fáa ein enda á krígnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder