Uttanlands

Ukraina skal hava nýggjan verjumálaráðharra

Mykhailo Fedorov avloysir Denys Sjmyhal, sum bert hevur verið í embætinum síðan juli 2025

Denys Sjmyhal, sum hevur verið ukrianskur verjumálaráðharri síðan juli 2025, skal í annað embæti, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Denys Sjmyhal, sum hevur verið ukrianskur verjumálaráðharri síðan juli 2025, skal í annað embæti, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2026-01-03 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina skal hava nýggjan verjumálaráðharra fyri Denys Sjmyhal, sum verður fluttur í annað embæti í stjórnini, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj peikar á 34 ára gamla Mykhailo Fedorov.

– Eg havi tikið avgerð um at broyta bygnaðin í ukrainska verjumálaráðnum. Eg havi bjóðað Mykhailo Fedorov starvið sum nýggjur ukrainskur verjumálaráðharri, segði ukrainski forsetin í dagligu røðu sínari á sosialu miðlunum í gjár.

Fedorov hevur verið fyrsti varaforsætisráðharri og ráðharri fyri talgildari broyting.

– Mykhailo er nógv innií dronumálum og er sera virkin, tá tað kemur til talgilding av statsligum tænastum og mannagongdum, segði Zelenskyj.

Denys Sjmyhal hevur annars bert verið verjumálaráðharri í eitt lítið hálvt ár, síðan juli 2025, og Zelenskyj greiddi ikki nærri frá, hví tað er neyðugt at skifta hann út.

Hetta var ikki einasta broytingin í umstingini hjá Zelenskyj, sum varð fráboðað í gjár sambært Ritzau.

Kyrylo Budanov, sum higartil hevur verið stjóri fyri fregnartænastuni hjá ukrainska herinum, skal nú standa á odda fyri starvsfólkunum á ukrainsku forsetaskrivstovuni, eftir at fyrrverandi starvsfólkastjórin, Andrij Jermak fór frá í november í kjalarvørrinum á stórari korruptiónsgølu.

Oleh Ivastjenko, núverandi stjóri fyri uttanríkisfregnartænastuna hjá Ukraina, verður nýggjur stjóri fyri fregnartænastuna hjá herinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder