Uttanlands

Ukraina slitið diplomatiska sambandið við Sýria

Orsøkin er, at Sýria hevur viðurkent Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug øki

Har er ikki longur nakað samband millum Ukraina og Sýria, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Savnsmynd)

Har er ikki longur nakað samband millum Ukraina og Sýria, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Savnsmynd)

2022-06-30 19:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevur nú slitið diplomatiska sambandið við Sýria, upplýsir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Orsøkin er, at Sýria hevur viðurkent teir báðar eysturukrainsku landslutirnir, Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug øki.

Tað var tað sama, sum Russland gjørdi tríggjar dagar undan innrásini í Ukraina 24. februar.

Donetsk og Luhansk, sum síðan 2014 hava verið stýrdir av prorussiskum loysingarfólkum, liggur í Donbas-økinum, sum er miðdepilin fyri russisku innrásina.

Tað var mikudagin, at Sýria viðurkendi Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug øki, og er Sýria sostatt fyrsta landið eftir Russland at gera hetta, skrivar Ritzau.

Zelenskyj sigur, at har ikki longur verður nakað samband millum Ukraina og Sýria, og at trýstið fyri at seta revsitiltøk í verk móti Sýria nú er størri enn áður.

Í 2018 viðurkendi Sýria eisini Suðurossetia og Abkhasia í Georgia sum sjálvstøðug øki, og tí tóku myndugleikarnir í Georgia eisini avgerð um at slíta diplomatiska sambandið millum Georgia og Sýria.

Tey flestu londini viðurkenna framvegis Suðurossetia og Abkhasia sum partur av Georgia.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder