Seinnapartin kyknaði eldur í einari stórari sølumiðstøð í ukrainska býnum Kremintjuk, eftir at støðin varð rakt av einari rakett.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at talan var um eitt russiskt álop.
Hann sigur, at yvir 1.000 sivilfólk vóru inni har, men sambært DR er hetta ikki váttað aðrastaðni frá.
– Talið á offrum er ikki til at fata. Tey eru ikki til nakran vanda fyri russiska herin, sigur hann.
Higartil verður boðað frá, at í minsta lagi tveir persónar hava latið lív, og 20 eru særd. Hjá níggju persónum er støðan hættislig.
Russland hevur enn ikki úttalað seg ákæruna hjá Zelenskyj, men russarar hava ferð eftir ferð noktað at hava framt tilvitað álop á sivilfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald