Í komandi viku er heystfrí, og hetta fer Tjóðsavnið at gagnnýta við aftur at bjóða børnum og ungum til Savnsfagna. Savnið verður opið allar gerandisdagarnar í komandi viku millum kl. 11 og 13 og aftur frá 14 til 16 við tilboðum til bæði børn og vaksin.
Evnið á ársins Savnsfagnaði er “Ull er Føroya gull”
Í Føroyum eru fleiri seyðir enn fólk. Seyðurin er allastaðni og hann hevur verið her øgiliga leingi. Fyrr í tíðini hevði ullin sera stóran týdning fyri føroyingar. So stóran, at uttan ullina og tað, sum fekst burturúr henni, bar illa til at liva her.
Í dag hevur ullin kanska ikki eins stóran týdning, men fyri at siga spennandi søguna um “føroya gull” hevur savnið latið eina flotta, nýggja framsýning upp, ið snýr seg um seyðin og ullararbeiðið í Føroyum. Millum spennandi upplivingarnar er ein snúðiniborg, eitt vendispæl, trølltoppugerð, huldusøgur og mangt annað.
Orsakað av koronu er avmarkað atgongd á Tjóðsavninum, og tí skulu øll skráseta seg talgilt. Atgongumerki kosta 20 krónur og skulu vísast við dyrnar – talgilt ella á prenti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald