2018-09-22 00:14
Grindin sum varð dripin í Syðrugøtu í kvøld taldi um 50 hvalir, og verður skift í drápspartar og heimapartar í Fuglafirði.
Fuglafjarðar kommuna skrivar í kvøld, at tey fáa einar 25 hvalir til býin, og borgarar, sum ynskja sær eitt kók, kunnu møta uttanfyri havnarskrivstovuna klokkan 8 í morgin árini, leygarmorgun.
- Um nakar er áhugaður í at hjálpa til at skera upp eru tit vælkomin at ringja 239112, sigur kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald