Innanlands

Umboð fyri norskt universitet á vitjan á Tvøroyri

Hósdagin verður kunningartiltak á Seglloftinum, har kunnað verður um námsfrøðiútbúgvingina hjá USN í Noregi, sum gongur fyri seg á netinum

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-10-21 21:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin vitja umboð fyri Universitetið USN í Noregi á Tvøroyri fyri at greiða frá námsfrøðiútbúgving teirra.

Ókeypis kunningartiltak verður á Seglloftinum hósdagin klokkan 15.

Tað er í samráð við Morten Hust Petersen, leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu, at Tvøroyrar kommuna hevur fingið vitjanina í lag, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.

Morten hevur í longri tíð roynt at fáa eina netbaseraða námsfrøðiútbúgving upp at standa fyri føroysk lesandi. Endamálið var at finna eina uppseting, har føroysk lesandi høvdu møguleika fyri at taka alla útbúgvingina í Føroyum, uttan at skula av landinum í tíð og ótíð – soleiðis kunnu tey lesandi vera knýtt at arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, meðan lisið verður.

USN fer eftir ætlan undir eina pedagogútbúgving, ið er skræddarseymað júst til hetta endamálið á heysti 2025, skrivar kommunan. Meira um útbúgvingina sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder