Innanlands

Umbyggingin nærkast endanum

Norrøna fer aftur í sigling um fáar dagar

Norrøna í 2021 (Mynd: Petur av Vollanum)

Norrøna í 2021 (Mynd: Petur av Vollanum)

2021-03-01 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin fer Norrøna aftur í sigling, og tað er eitt nútímansgjørt skip, sum fer at sigla millum Danmark, Føroyar og Ísland.

Beint áðrenn jól fór Norrøna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo á Fjóni. Talið av kabinum er økt við áleið 50 dupultkømurum og eisini er nýggj cafe gjørd á dekk 10.

Ymiskt annað er eisini gjørt. Millum annað snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðandi at sleppa av.

Norrøna er bygd í 2003, er 151 metrar til longdar og breiddin er 30 metrar.

Niðanfyri sæst betri hvat er broytt á Norrønu, nú hon hevur verið í dokk. Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri.

placeholder
placeholder