Í gjár boðaði Tórshavnar kommuna frá umfatandi dálking av drekkivatninum í høvuðsstaðarkommununi.
Vatngoymslan í Havnardali, sum fyrr varð rakt av av dálking er aftur nú dálkað.
Kommunan skrivar á heimasíðuni, at bakteriur eru staðfestar í Havnardali, men eisini í kommunalu vatnveitingini í Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak.
Fólk, sum fáa vatn frá dálkaðum vatngoymslum, verða biðin um at kóka drekkivatnið.
Kókitilmælið stendur við, til nærri boð verða givin, skrivar kommunan. Vatnroyndir verða tiknar aftur í dag, og úrslitini fyriliggja væntandi í morgin, fríggjadagin.
Á hesi síðuni ber til at síggja hvussu støðan er við drekkivatninum í Tórshavnar kommunu. Her er eisini kort yvir teir býarpartar, ið eru raktir.
(Tekstur broyttur kl. 1107 - tað er ikki í Kollafirði, men Kaldbak, at vatnið er dálkað)
Drekkivatnsgoymslan í Havnardali (Mynd: Google)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald