Innanlands

– Fari at umhugsa mína støðu

Levi Mørk, toppskorari á kommunuvalinum í Vágs kommunu, verður ikki borgarstjóri kortini

Levi Mørk (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Levi Mørk (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2024-11-18 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Levi Mørk verður kortini ikki nýggjur borgarstjóri í Vágs kommunu. Í staðin hevur sitandi borgarstjórin, Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum valt at skipa samgongu við Tjóðveldi, visti m.a. Kringvarpið at siga í gjárkvøldið.

Les eisini: Kúvending í Vági: Levi Mørk kortini ikki borgarstjóri

Klokkan 10 verður fundur, har nývalda býráðið í Vágs kommunu skipar seg, og Levi Mørk ætlar sær ikki at møta, skrivar hann í dagføring á Facebook.

Levi Mørk, sum annars var toppskorari á kommunuvalinum í Vágs kommunu við 131 persónligum atkvøðum, sigur, at hann er sera vónsvikin.

– Eg fari hervið at umhugsa mína støðu í býráðnum - eg fai jú onga ávirkan, skrivar Levi Mørk.

– Takki øllum sum gjøgnum fleiri valskeiðir hava stuðlað mær. At vinna valið við 131 atkvøðum hesa ferð eri eg tykkum øllum sera takksamur fyri. Eg fái tíverri ikki brúkt tað til so nógv, sum eg annars ætlaði tykkum og øllum vágbingum. Seti ikki mínar føtur inn í býráðshúsini aftur.

Dagførd kl. 10.25

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder