Innanlands

Umhvørvisstovan góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri vindmylluverkætlanina hjá Magn

Talan er um seks vindmyllur, sum skulu setast upp í Flatnahaga, og Magn hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning til verkætlanina

(Mynd: us.fo)

(Mynd: us.fo)

2020-08-22 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áðrenn loyvi kann vera latið til framleiðslu av ravmagni, skal felagið gera eina umhvørvisárinsmeting, sum viðger hvørji árin ætlaða verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi, og skal umhvørvisárinsmetingin vera góðkend av Umhvørvisstovuni. Felagið skal eisini hava umhvørvisgóðkenning til verkætlanina.

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri vindmylluverkætlanina hjá P/F Magn í Flatnahaga. Harafturat hevur felagið fingið umhvørvisgóðkenningin til verkætlanina, skrivar Umhvørvisstovan.

Magn ætlar at seta eitt vindmylluverk upp í Flatnahaga, vestan fyri oyggjarvegin. Talan er um seks Enercon-vindmyllur (E82) upp á 3,0 MW hvør. Hæddin á torninum er 78 m, tvørmátið á veingjunum er 82 m, og samlaða hæddin er 119 m.

E-82 vindmyllurnar eru framleiddar og góðkendar til strangasta vindklassan. Vindmyllurnar kunnu framleiða orku, tá ið vindferðin er millum 2,5 m/sek og 34 m/sek. Samlaði mátturin er 18 MW og met verður at tær fara at framleiða umleið 64 GWh av grønari orku um árið, ið svarar til elnýtsluna hjá 12-15.000 húsarhaldum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder