Í Føroyum er tú ongantíð serliga langt vekk frá havinum, men kortini eru støð, sum eru longu vekk enn onnur.
Umhvørvisstovan hevur nú staðfest, hvar tað innasta punktið í landinum er, tað punktið, sum er longst vekk frá havinum.
Talan er um eitt punkt í Norðstreymi á fjallinum Lítla millum Vestmanna, Hvalvík og Saksun. Er ein staddur har, ber ikki til at koma longur inn í landið.
Umhvørvisstovan dagførir javnan strandalinjuna á bæði land- og sjókortum eftir dronumyndum. Tað er henda strandalinja, sum er brúkt, fyri at finna størsta innskrivaða sirkulin. Sirkulin hevur ein radius sum er 5330 m og sentrum er umleið 200 m eystanfyri hægsta stað á fjallinum Lítla. 5330 m er sostatt longsta fjarstøða, sum til ber at koma frá havinum í Føroyum, sigur Umhvørvisstovan.
Oyggin við næststørsta innskrivaða sirklinum er Vágar. Er ein staddur á Høgaleiti við Vatnsoyrar, er ein staddur 4600 m frá havinum.
2. hvítusunnudag 2020 vóru landmátarar á fjallinum Lítla og avmerktu punktið við einum spískum steini. Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald