Onki føroyskt navn er á listanum yvir teir persónar, felagsskapir og fyritøkur, sum eru innstillað til at fáa umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Hetta er annað árið á rað, at føroysk nøvn ikki eru í uppskoti til hesa virðisløn.
Í dag vóru nøvnini avdúkað, og tey innstillaðu koma úr Danmark, Noregi, Svøríki, tvey úr Finnlandi, Íslandi og Grønlandi.
Føroyar hava fyrr fingið hesa virðisløn. Seinast var tað Jens Kjeld Jensen í 2020 og undan tí Sev í 2015 og Bogi Hansen í 2006.
Umhvørvisvirðislønin er skipað eitt sindur øðrvísi enn hinar virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum, har tað eru lokalar dómsnevndir, sum innstilla nøvnini.
Viðvíkjandi umhvørvisvirðislønini er tað so, at almenningurin kann senda uppskot inn, og hartil er tað soleiðis, at hvørt ár verður valt eitt evni, sum virðislønin skal snúgva seg um.
Í ár verður virðislønin latin einum persóni, felagsskapi ella fyritøku, sum arbeiðir við at menna klædnaídnaðin og klædnabrúk mótvegis eini meira burðardyggari leið. Talan er um klædnavirki á øllum mótum, fá rávøruframleiðslu til sniðgeving, sølu, umvæling, endurnýtslu og burturbeining.
Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins tekur tí útgangsstøði í trimum av heimsmálum ST fyri burðardyggari menning, nevniliga nummar 9 (Vinna, nýskapan og undirstøðukervi), nummar 12 (Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla) og nummar 17 (Samstørv um heimsmálini)
Tey sjey tilnevndu eru
Copenhagen Fashion Week Sustainability Framework (Danmark)
Fæbrik (Noreg)
Renewcell (Svøríki)
Infinna / Infinited Fiber Cimpany (Finnland)
Paula Malleus / Remake EkoDesign (Finnland)
Rauði Krossin á Íslandi (Ísland)
Pikumini (Grønland)
Grønlendska felagið, ið er tilnevnt, er ein endurnýtsluhandil, sum hevur verið við til at fáa grønlendingar at fata dygdina í endurnýtsluklæðum, og sum á tann hátt hevur verið við til at broyta brúkaramynstrið hjá, serliga ungum, grønlendingum.
Vinnarin av Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins verður avdúkaður 31. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Oslo.
Hesir føroyingar hava verið tilnevnd umhvørvisvirðislønina seinastu árini: 2021: Matkovin. 2020: Jens-Kjeld Jensen (vinnari). 2019: Guðrun & Guðrun. 2015: Sev (vinnari). 2014: Bygdasamfelagið Gjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald