Innanlands

Umleið 100 hvalir løgdu beinini í Sandavági – hin nærkast Sandagerði

Gekk skjótt at reka

Tey standa tilbúgvin í Sandagerði at taka ímóti grindini (Mynd: Sverri Egholm)

Tey standa tilbúgvin í Sandagerði at taka ímóti grindini (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-30 13:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri lítlari løtu síðani var grind hildin til í Sandavági. Mett var, at talan var um stóra grind, men nú hon er dripin verður mett, at talan man vera um áleið 100 hvalir, metir Sámal Jákup Jørgensen, grindaformaður í Sandavági.

Tað gekk skjótt at reka grindina. Tað var nakað óslætt í sjónum, og tað kann vera orsøkin til, at grindin í fyrsta lagi var mett til at vera millum 200 og 300 hvalir.

Hin grindin, sum nakað seinni varð funnin út fyri Velbastað, verður væntandi hildin til í Sandagerði hvørja løtu tað skal vera.

Seinast vit frættu, var hon komin inn um Glyvursnes

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder