Innanlands

Umleið 50 nummarplátur kliptar í nátt

Akstovan hevur givið løgregluni boð um at taka nummarspjøldrini av 483 bilum

(Tilvildarlig savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Tilvildarlig savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-04-11 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bilaeigarar, sum ikki enn hava goldið vegskatt hóast fleiri rykkjarar frá Aktstovuni, skulu ansa eftir, um nummarpláturnar enn eru á bilinum, um teir ætla sær út at koyra í dag.

Løgreglan hevur í nátti verið úti og klipt nummarspjøldrini av minst 50 bilum í Havn, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Talan er sum sagt um akfør, sum enn ikki hava goldið vegskattin, sum skuldi verið goldin í januar mánaði í ár.

Akstovan boðaði í gjár frá, at hon hevði sent politistøðunum kring landið 483 mál um vegskattaeftirstøður. Boðini ljóða at taka nummarspjøldrini av hesum bilum, um eigararnir ikki kundu vísa kvittan fyri, at eftirstøðan er goldin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder