2025-07-28 12:10

Eins og undanfarin ár var stóra Pride-gongan í Havn 27. juli.
Seinastu árini hevur verið mett, at umleið 5.000 fólk eru við í gonguni, og undirtøkan í ár var ikki minni, enn hon hevur verið undanfarin ár.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Gingið varð frá Gundadalshøllini oman á Vaglið, har konsertframførslur vóru at hoyra.
Ólavur Frederiksen tók dronumyndir fyri Tórshavnar kommunu, og á teimum sæst hvussu nógv fólk gingu skrúðgongu.
Sí eisini: Myndir: Faroe Pride 2025

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald