Búskaðarráðið hevur í dag lagt tvær greinar út á heimasíðu sínari, har tað verður ávarað um haldføristrupulleikar. Serliga er tað hjá kommununum, men tað er eisini ein yvirskipaðir trpulleiki, sum liggur í millum fíggjarætlanum og demografisku gongdini: Aldursbýtinum frameftir.
Les eisini: Størsti parturin av haldføristrupulleikanum liggur hjá kommunum
Landsbakki Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at úrslitið í haldføriskanningini hjá Búskaparráðnum vísir, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur.
- Haldførisávísin er millum -8% og -9% av BTÚ, sum gevur eitt fíggjarkrav á áleið 2 mia. kr. í mun til BTÚ í 2022. Tað vil siga, at 2. mia. kr. koma at vanta í á hvørjum ári, um ikki nýskipanir og átøk verða framd.
Fram til seinasta løgtingsval varð nógv tosað um "fíggjarligt haldføri". Sambært frágreiðingini noyðist politiska skipanin at hyggja longur fram, enn man ger nú.
- Tá fíggjarlógin verður snikkað til á hvørjum árið hjá landi og kommunum, verður einans hugt nøkur fá ár fram. Fyri at tryggja ein haldføran fíggjarpolitik, er neyðugt at hyggja longur fram í tíð.
Gongdin í búfjøldini kann
Haldføriskanningin hjá Búskaparráðnum hyggur langt fram í tíð fyri at taka hædd fyri demografisku gongdini.
Í mynd 1 niðanfyri sæst gongdin í búfjøldini býtt á tríggjar aldursbólkar. Í tíðarskeiðinum 2013-2022 er fólkatalið í bólkinum 0-15 ár økt við 8 prosentstigum, fólkatalið í bólkinum 16-66 ár við 10 prosentstigum, meðan fólkatalið í aldursbólkinum 67+ er vaksið við 27 prosentstigum. Talið av pensjónistum er sostatt vaksið mest í hesum tíðarskeiði, eisini hóast nettotilflytingin av fólki, serliga í arbeiðsførum aldri, hevur verið stór í tíðarskeiðinum.
- Hyggja vit at 2023 og frameftir til 2062, so er munurin í vøkstrinum í fólkatalinum millum aldursbólkarnar uppaftur størri. Frá 2023 til 2062 veksur fólkatalið 67+ við heili 72%. Hinvegin minkar talið av teimum sum eru í arbeiðsførum aldri (16-66 ár) við 5%.
Í frágreiðingini verður - eins og áður ávarað um - at lutfallið millum arbeiðsfjøld og pensjónistar kann skapa truplleikar. Tølini eru týðilig; eisini um hugt verður aftur í tíð:
- Tað merkir, at talið av teimum, sum skulu forsyrgjast, veksur í mun til tey, sum eru í arbeiðsfjøldini. Mynd 2 (niðanfyri) vísir lutfallið millum pensjónistar og tey, sum hava arbeiðsvirknan aldur. Í 1985 vóru áleið 6,5 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, meðan tað í dag eru einans sløk 4 fólk. Gera vit einki, verða vit bert 2,3 fólk í arbeiðsvirknum aldri fyri hvønn pensjónist (bláa strikan).
Mynd 2
Talva A og B vísa úrslitini av haldførisgreiningini hjá Búskaparráðnum. Talva A vísir úrslitið, um fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni verður brúkt, ið hevur eina árliga nettofráflyting í framtíðini, meðan talva 2 vísir somu úrslit, tó so at í hesum førið er nettofráflytingin sett til 0 í framtíðini, skrivar landsbankin.fo.
Til ber at lesa meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald