Mentan

Ummæli av “Game of Thrones”: Helst bíligasti partur í hesari sesongini

Tað einasta spennandi var ein sexscena. Parturin fær tvey av fimm P'um

2019-04-22 22:05 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Sunnunáttina kom annar partur út av “Game of Thrones”. Røðin heldur á við at vera stemninguppbyggjandi og karakterútviklandi, heldur enn at snúgva seg um spenning og CGI. Og “Game og Thrones” hevur altíð verið eins nógv um tær persónligu sambondini millum fólk, og hvussu tey spæla taktiskt, líka nógv sum tað hevur verið um kríggj — men come on. Einans seks partar vera í hesari sesongini, og tað vil siga, at vit longu hava sæð 1/3; nú má okkurt gjarna henda.

Hesa vikuna eru vit bara í Winterfell. Vit síggja ikki eingongd í halaferðina á Cersei. Og tað sum parturin snýr seg um hesa vikuna er: at fólk møtast.

[object Object](Mynd: HBO)

Vit byrja partin við Jaime. Hann kemur inn í Winterfell, og verður illa móttikin. Hann er ikki guds besta barn og hevur gjøgnum allar sesongirnar reyvrent øll uppá okkurt tíðspunkt. Øll hata hann, men hann fær fyrigeving, tí Brienne tosar gott fyri hann, og vit síggja hansara persónsmenning, sum verður undirstrikað sindur seinni í partinum í einum rørandi broti, har hann ger Brienne til riddara.

Jon avdúkar eisini fyri Daenarys, at hann veruliga er Aegon Targaryen, og faktisk er rættur arvignur til trúnuna. Hetta endar tó sum ein cliffhanger, og vit fáa ikki at vita hvat Dany fer at gera. Fer hon at siga trúnuna frá sær fyri Jon, júst sum hann gjørdi fyri hana? Ella merkir vald ov nógv fyri hana til, at hon kann gera tað? 

Síðani var rættiliga nógvur dentur lagdur á eina rúgvu av bipersónum. Tormund, Ser Davos, Podrick, og her var meira karakteruppbygging og fólk, sum tosa. Hetta er heilt víst bara so at framleiðararnir kunnu drepa ein rúgvu av persónunum í komandi pørtunum. 

[object Object](Mynd: HBO)

Helst mest áhugaverda samrøðan er, tá ið Bran og Jaime tosa saman. Hetta er fyrstu ferð síðan fyrsta part í fyrstu sesong, sum hevur verið ein sentralur partur í handlingini av restini av røðini. Bran sær líka kaldur og álvarsamur út sum altíð. Hann hevur ikki víst kenslur, síðan hann bleiv the Three Eyed Raven. Hetta má helst vera lættasti leikluturin hjá einum sjónleikara at spæla, tí hann hevur so at siga eingin andlitsbrøgd. Í einari samrøðu avdúkaði Isaac Hempstead Wright, at loynidómurin aftanfyri, hvussu hann spælir er, at hann faktiskt sær ótrúliga illa. Og meðan tey taka uppá, hevur hann ongar linsur í, so hann sær tí einki. 

Tann einasta spennandi løtan, sum hesin parturin hevði at bjóða uppá, var ein sexscena millum Arya og Genry. Hóast Arya sjálvandi er blivin eldri, sær hon enn øgiliga ung út. Og tað eru nokk fleiri, sum sita við hesum tankanum. Hvørtfall legði “Game of Thrones” eina almenna áminning út um, at Arya also er 18 ár. Hetta brotið var annars øgiliga stutt, og har eru helst eins nógv, sum eru misnøgd um, at tey ikki fingu sæð meira av Maisie Williams. 

Tað kendist sum at hesin parturin bara vildi vísa hvat allir persónarnir gera, áðrenn man fer ígongd við tær ordiligu hendingarnar. Har síðsti partur eisini var mest samrøður, var hann tó nokkso “wow”, tí at so nógv CGI varð brúkt. Hesin leggur meira dent á persónsmenning og samrøður uttan alt møguligt eyka. Hetta var helst tann bíligi parturin hesa sesongina.

Vónandi kemur “Game of Thrones” sterkt aftur í triðja parti.

Game of Thrones, umfar 8, partur 2. HBO Nordic (2/5)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder