Mentan

Ummæli: Kursk - Endurskapan av russisku kavbátsvanlukkuni

Mann kennir seg næstan illa at sita og eta popkorn meðan menn spakuliga drukna, sigur føroyskur ummælari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-01-26 20:49 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

“Kursk” byggir á søguna um veruligu kavbátsvanlukkuna í ár 2000 hjá kavbátinum við sama navni. Undir einari herðnaðarvenjing brast ein torpedo, og báturin slapp ikki upp aftur. Russland hevði ikki neyðuga útgerð at hjálpa monnunum, og noktaði at taka ímóti hjálp frá umheiminum. Menninir sótu tí óneyðuga leingi og bíðaðu á havsins dýpi, meðan familjurnar heima gjørdu alt tær kundu. Og tað er hesa frásjónina vit síggja í endurskapanina av hesi rørandi søguni. Hendan endurskapanin er bygd á bókina “A Time to Die” hjá Robert Moore.

Tað er danski Thomas Vinterberg (Jagten, Festen) sum hevur leikstjórnað filmin. Vinterberg er kendur fyri sín sera listarliga stíl, og hevur m.a áður samstarvað við Lars Von Trier. Eisini hevur hann vunnið óteljandi heiðurslønir, m.a BAFTA 2013 fyri besta útlendska film (Jagten). Seinastu árini hevur hann tó niðurtónað kantarnar, fylgt høvuðsrákinum fyri at raka ein breiðari skara av áskoðarum. Hetta kemur eisini fram í “Kursk”, og mann fær tað, mann væntar av einum kavbáta-thrillara.

Sum hyggjari situr mann og fylgjur doyggjandi monnunum, og mann fær eina øgiliga klaustrofobiska kenslu. Mann kennir seg næstan illa, meðan mann situr og etur poppkorn til druknandi fólk. Hetta er ein ræðandi og døpur søga og sera hugtungt at vera vitni til. So hóast filmurin rakar ein breiðan skara, er ikki talan um eina amerikanska kliché. Talan er ikki eingongd um ein Hollywood film, tí “Kursk” er nevniliga eitt europæiskt samstarv.

[object Object]

Nógvir europæiskar sjónleikarir eru við. M.a bretski Colin Firth (Pride and Prejudice, Bridget Jone’s Diary) og danski Lars Bryggman (Festen). Eisini hevur franski Luc Besson (Taken, Nikita) eisini aftanfyri framleiðsluni av filminum. Hetta setur síni spor. Besson hevur m.a. nevnt í einari samrøðu, at hann ynskti at leggja dent á søguna hjá monnunum, og ikki sjokkerandi politisku avgerðina hjá Russland um ikki at taka móti hjálp, sum eisini var orsøkin til, at øll manningin doyði . Hetta er orsøkin til at Putin, sum annars var nývaldur í ár 2000, ikki er við í filminum. Putin, fekk tá harðar atfinningar í miðlunum, av tí at hann sat í summarhúsi sínum, tá vanlukkan hendi.

[object Object]

Vit síggja tó eisini eitt sindur av tí politisku síðuni. Umframt søguna hjá manningini á havsins dýpi, síggja vit hvussu familjurnar stríðast við myndugleikarnar uppi á landi, og hvussu tær gera alt tær kunnu fyri at fáa svar. Vit fylgja serliga konuna hjá eina manninum, Tanya (Léa Seydoux), sum eisini hevur ein virknan leiklut í filminum. Vit síggja, hvussu illa hon verður handfarin av myndugleikunum, og hvussu tey beinleiðis lúgva fyri teimum, ið sita eftir. Hetta gevur filminum eina aðra dýpd og eina aðra dimensjón.

Alt í alt er “Kursk” eitt av meira kommersiellu verkunum hjá Thomas Vinterberg, men hann megnar enn at levera. Hetta er bæði ein politisk søga og ein persónlig frágreiðing um ein sorgarleik, sum mann lætt hevði kunnað skáka sær undan, um russisku myndugleikarnir høvdu borið seg øðrvísi at.

Filmurin gongur í hesum døgum í Havnar Bio.

Kursk (4/5)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder