Fågelfångarens Son ella "Sonur Fuglafangaran" er ein svensk filmsframleiðsla, sum gongur fyri seg í Føroyum. Filmurin er bygdur á eina gamla føroyska søgn, og snýr seg um eitt føroyskt bóndapar seint í 1800-talinum.
Tey hava tvær døtrar, men ongan son. Hetta er trupult, tí at har við er eingin sum kann yvirtaka garðin. Vónleysar tíðir elva til ørvillar gerðir, og tí mugu tey skaffa sær eitt barn á ein heldur øðrvísi hátt, og tey finna tí útav onkrum rundan um hjúnarbandið. Hetta fær so óvæntaðar avleiðingar.
Vígdis Eliesersdóttir Hentze Bjørck í einum av høvuðsleiklutunum
Richard Hobert hevur filmatiserað hesa søgnina, sum hann eisini hevur skrivað eina skaldsøgu um. Og hendan filmsverkætlanin hevur eydnast honum væl á fleiri háttir. Visuelt megnar hann at vísa Føroyar frá sína flottastu síðu. Føroyska náttúran er hørð og barsk, og stendur í stóran kontrast til tað pompøsa og franska sum kemur fram í øðrum scenum.
Tað er ikki bara í pallsetingini at ymiskleiki kemur fram. Sjónleikarnir tosa allir sítt egna mál. Eitt nu føroyskt, danskt, svenskt og franskt, sum er rættiliga stuttligt at síggja.
Rudi Køhnke og Vígdis Eliesersdóttir Hentze Bjørck
Sjónleikararnir eiga sín part í, at filmurin í síni heild er blivin so væl eydnaður, og tað er lætt at fáa samkenslu við persónunum teir spæla. Hetta dramaið er veruleikakent og beinrakið, uttan óneyðugt drasl. Filmurin megnar at kava niður í nøkur evnir, so sum samband millum faðir og son, familjusambond sum heild, og girnd, bara fyri at nevna nøkur. Eisini hevur hann feministiskar undirtónar, sum millum annað sæst í leiklutinum Jóhanna (Vígdis Eliesersdóttir) Hon spælir ein sterkan leiklut, har hon ikki er bangin fyri at siga hvat hon vil og ikki vil.
Hóast filmurin er væl spældur og flottur, eru tó okkurt kritikpunkt eisini. Til dømis kunnu onkrir av leiklutunum sýnast heldur svart/hvítur. Millum annað er tann óndi skálkurin í so skálkasligur, og hevði gott kunna havt eitt sindur meira nuansu. Filmurin megnar eisini so væl at viðgera ymisk evni, at har eru onkrir persónar man hevði man vilja sæð fleiri síður av og farið meira í dýpdina við.
Fågelfangarens Son er ein filmur, sum vísur okkum, at tær avgerðirnar vit taka hava avleiðingar man ikki altíð hevði væntað. Hetta er ein erligur og visuelt flottur filmur, og um tú dámar drama, er hann heilt víst verdur at sígga.
Filmurin hevði sersýning við leikarum og stuðlum í Kongshøll í kvøld. Frá í morgin verður hann sýndur í Havnar Bio.
Sonur Fuglafangarans (4/5)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald