Mentan

Ummæli: Tey sum mugu kasta sær av vatninum missa okkurt týdningarmikið

“Avengers: Endgame”. Tríggir tímar langi filmurin er so spekkaður við týdningarmiklum hendum, at tað er torført at seta eina løtu av til at míga (4/5 P)

2019-04-28 20:40 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Aftaná 21 filmar er hann endiliga her, síðsti filmurin í Avengers-røðini: “Endgame”.

Marvel hevur veruliga hjúklað um fjeppararnar hjá sær, tí hesin filmurin er heili tríggjar tímar langur. Tað sæst eisini, at hetta er ein filmur, fólk hava glett seg til at síggja. Hann hevur longu sligið øll met í USA fyri undanframførslur, og forvann 60 milliónir dollarar (402 milliónir krónur) fyrsta kvøldið.

Tað hevur eisini at verið nógv at gleða seg til, tí síðsti filmur endaði kalt og myrkt við, at óndi skálkurin, Thanos, vann og megnaði at útsletta helvtina av lívinum í universinum.

Endgame heldur á fram harfrá, og filmurin snýr seg um, at Avengers-hetjurnar ferðast aftur í tíðina og royna at ógilda tað, sum er hent.

Hetta er høvuðslinjan. Her eru tó nógvar síðulinjur, og aðrar smáar søgur. Vit fylgja nógvum ymiskum Avengers-persónum, so her er okkurt til ein og hvønn, og allir leysu traðrirnir vera savnaðir saman. Útyvir hetta klárar hann eisini at tjekka allar boksirnar av. Hann hevur rørandi løtur, stuttligar løtur, og spennings løtur, so man keðir seg ongantíð.

Av tí at filmurin er so pakkaður við tingum sum henda, ganga teir triggir tímarnir skjótt. Hetta er nevniliga ikki ein av hasum filmunum, har allar hendingarnar eru kroystar saman til tann síðsta hálva tíman, og tey so mugu skunda sær ígøjgnum tað. Nei, hendingarnar eru væl býttar yvir allar tríggjar tímarnar, og tað er torført at síggja, um framleiðararnir kundu skorið nakað burtur. Filmurin er tí neyðuga langur, og tey, sum fóru upp at pissa, hava heilt sikkurt mist okkurt týdningarmikið.

Eitt kritikpunkt, sum tó er ein luksustrupulleiki, er, at av tí at so nógv hendir, bleiv okkurt eitt sindur knappt við hvørt, og man sat eftir við eini kenslu av at man fegin hevði vilja sæð meira. Men framleiðararnir hava sagt frá byrjan av, at teir ikki ætlaðu sær at býta tað upp og gera tveir filmar, og tríggir tímar er longu ein langur filmur.

“Endgame” er síðsti filmurin í Avengers-røðini, í hesum umfarinum í hvørt fall. Er mann ein Marvel-fjeppari, er tað eitt must at síggja hann. Men líka tryggja tær, at tú hevur góða tíð, áðrenn tú fert, tí hann er langur.

Avengers: Endgame (4/5)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder