2026-01-08 20:22
Í amerikonsku stjórnini hevur møguleikin at senda eina størri upphædd til allar grønlendingar verið umrøddur. Hetta fyri at sannføra grønlendingar um at loysa frá Danmark.
Hetta upplýsa fýra ameikanskir embætismenn fyri Reuters tíðindastovuni. Teir eru allir ónevndir.
Tvær av keldunum siga, at upphæddir millum 10.000 og 100.000 dollarar fyri hvønn hevur verið á borðinum, skrivar Ritzau tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald