Góðkenningin kom úr Bologna fyrr í mánaðinum, og samstundis varð hátíðarliga yvirlýsingin sett á heimasíðuna hjá Magna Charta í føroyskum málbúna.
Við føroysku útgávuni finst yvirlýsingin nú á 50 ymiskum tungumálum.
Magna Charta Universitatum lýsir grundleggjandi meginreglurnar hjá universitetum at virka eftir og verjir sjálvræðið hjá teimum og granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum. Skjalið eggjar til eina mentan, ið skapar samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Magna Charta varð orðað í 1988, tá meira enn 400 europeisk universitet tóku lógvatak um meginreglurnar og prinsippini, sum skuldu galda fyri universitet. Nú hava 904 universitet úr 88 ymsum londum skrivað undir yvirlýsingina, og Fróðskaparsetur Føroya er nú góðkent at blíva partur av felagsskapinum.
Ætlanin var, at Setrið formliga skuldi skriva undir Magna Charta á hátíðarhaldi í Bologna nú í september, men koronusmittan hevur fingið fyrireikararnar at útseta tað til næsta summar.
Chik Collins, rektari, frøist um viðurkenningina, sum komin er úr Bologna.
- Fróðskaparsetrið hevur leingi havt hetta á arbeiðsskránni, og nú rukku vit málinum við góðari hjálp frá landsstýrinum, sum hevur stuðlað okkum at styrkt um umsitingina.
- Universitetið í Bologna viðurkennir tøkini, sum vit taka bæði fyri at verja sjálvræðið hjá Setrinum og granskingarfrælsið og eisini okkara arbeiði at nútímansgera og professionalisera virksemið her. Nógv er eftir at gera viðvíkjandi hesum seinasta, men nú hava vit fingið váttan um, at vit eru á rættari kós, og vit taka hetta arbeiðið í størsta álvara, sigur rektarin.
- Mín vón er, at Føroyar nú eru eitt fet nærri at gerast almennur partur av Økinum fyri hægri útbúgvingar í Europa og Bologna-tilgongdini. Tað er eitt mál fyri landsstýrið, men vit á Fróðskaparsetri Føroya arbeiða hart fyri at flyta okkum rætta vegin í fyrireikingunum, sigur Chik Collins.
Í samgonguskjalinum stendur, at samgongan vil menna og styrkja Fróðskaparsetur Føroya, og at Setrið sum skjótast eigur at verða altjóðagóðkent og gerast partur av Bologna-avtaluni.
Lesið meira um Bolognatilgongdina og Økið fyri hægri útbúgvingar í Europa her.
Gongst eftir ætlan fer rektarin 16. juni næsta ár vegna Fróðskaparsetur Føroya at skriva undir Magna Charta Universitatum, sum hátíðarliga endar soleiðis:
- Undirritaðu rektarar, sum hava skrivað undir vegna universitet síni, átaka sær at gera alt tað, teir eru mentir, fyri staðiliga at eggja hvørjum einasta ríki og yvirríkjastovni til at fylgja teirri stevnu, sum er staðfest í hesum Magna Charta, ið einmælt orðar fráboðaða, avgjørda viljan hjá universitetunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald