
Árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti fyrr í vikuni - mikudagin á middeg.
Eftir freistina hevur Granskingarráðið gjørt upp, og greitt er at tað komu tilsamans 35 umsóknir inn til, og at søkt um góðar 32 milliónnir krónur samanlagt.
Her er talan um bæði stuðul til gransking og til sonevnda arbeiðsmarknaðargransking. Til ta fyrra slagið av gransking eru sjey og ein hálv millión tøkar:
- Lýst varð eftir umsóknum til stuðul til gransking við fyrivarni fyri játtan á Løgtingsfíggjarlógini. Í uppskotinum, sum júst er lagt fram í Løgtinginum, eru 7,5 mió. kr. settar av til stuðul til gransking. Hetta er sama upphædd, sum seinastu nógvu árini.
Granskingarráðið upplýsir, at seinastu árini hava 8-10 umsøkjarar fingið játtað stuðul í árliga umfarinum. Avtí at ph.d.-verkætlanir í ár kunnu fáa hægri játtan enn undanfarin ár, er sannlíkt at tað talið verður tað sama ella lægri í ár.
Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 2,5 milliónir krónur eru tøkar til stuðul í 2023.
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum - talan er um útlendskar granskarar - og tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum viðger og tekur støðu til umsókninar. Umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni, skrivar gransking.fo.
Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald